2018-07-13 08:42
Í gjárkvøldið tók Vørn ein skotskan trolara, Venture, fyri at fiska ólógliga í stongdum kassa vestanfyri.
Vørn boðaði løgregluni frá, at teir vóru á veg inn 03:30 í nátt, og teir komu á Havnina beint yvir klokkan 04.
- Tjaldrið hevur gjørt sítt arbeiði, so nú hevur løgreglan tikið yvir, sigur vakthavandi á Vørn.
Løgreglan er í ferð við at kanna málið. Teir skulu megna at lyfta eina próvbyrðu, og tað inniber millum annað, at veiðan og trolið verður kannað av metingarmonnum, og ein niðurstøða verður gjørd útfrá tólunum umborð og avhoyringum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at málið kann verða avgreitt við bót, men nokta teir seg sekar, fer málið í rættin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald