
Skoytibreytin á niðara vølli í Gundadali skuldi upprunaliga lata upp leygardagin, men orsakað av ymsum tøkniligum trupulleikum, var hon ikki klár at taka í nýtslu fyrradagin. Men seinnapartin sleppa fólk í Havn endiliga at skoyta.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at skoytibreytin letur upp seinnapartin klokkan 14.
Skoytibreytin verður opin hvønn dag millum klokkan 14 og 22, undantikið leygardagar, har opið verður frá klokkan 10.
Stongt verður tó jólaaftan og jóladag. Annan jóladag verður opið frá 16 til 22, nýggjársaftan frá 14 til 17, og nýggjársdag frá 16 til 22.
Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu leiga breytina gerandisdagar millum klokkan 9 og 14.
Nærri kunning um, hvussu mann leigar breytina, umframt reglugerð fyri skoytibreytina, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald