2020-01-04 12:34
Vegna keðiligt veður hevur skoytibreytin á Biskupstorgi í Klaksvík verið stongd seinastu vikuna, men í dag lat hon upp aftur.
- Keðiliga veðrið seinastu dagarnar hevur ávirkað skoytibreytina, men nú er klárt at skoyta aftur, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Skoytibreytin hevur í dag opið frá klokkan 10 til 21.
Skoytibreytin hevur annars opið soleiðis:
Mánadag-fríggjadag frá kl. 12.00 til 21.00
Leygardag frá kl. 10.00 til 21.00
Sunnudag frá kl. 14.00 til 21.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald