Innanlands

Skriða lopin í Kaldbaksfirði

Nakað av tilfarið er komið oman á vegin millum Kaldbak og Kaldbaksbotn, men tað er framvegis koyrandi eftir vegnum

2025-10-07 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ringa veðrið við nógvum vindi, sum hevur verið hetta seinasta samdøgrið hevur ikki havt stórvegis av skaða við sær.

Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at tey einans hava fingið tvær fráboðanir hetta seinasta samdøgrið, sum kann setast í samband við veðrið. Báðar fráboðanirnar komu á Kalsbaksfirði.

Hin fyrra kom um hálvgun ellivu tíðina í gjárkvøldið, tá boðað varð frá, at ein leys takpláta feyk í vindinum nærhendis tunnilsmunnan í Kalsbaksbotni.

Hin seinna kom tíðliga í morgun, har staðfest varð, at eitt skriðulop hevur verið millum Kalsbaksbotn og Kaldbak, har nakað av tilfari er komið oman á vegin. Men tó ikki ikki meira enn so, enn at tað er koyrandi eftir vegnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder