Innanlands

Skrivið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skal nú viðgerast

Talan verður um drúgva viðgerð, tí nógv løgfrøðilig viðurskifti eru, sum greiða skal fást á, sigur Jørgen Niclasen

Jørgen Niclasen hevur, vísandi til grein 5, stk.  í kommunustýrislógini, boðað frá, at hann ikki kann góðkenna sáttmálan hjá KAF og Starvsmannafelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen hevur, vísandi til grein 5, stk. í kommunustýrislógini, boðað frá, at hann ikki kann góðkenna sáttmálan hjá KAF og Starvsmannafelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-11 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er stór ónøgd við, at Jørgen Niclasen í seinastu viku góðkenna sáttmálan, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdust samd um: 

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar. Nevndin metir avgerðina hjá landsstýrismanninum at vera greitt brot á § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, ið kann undir ongum umstøðum góðtaka, at Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á hendan hátt leggur seg út í at stýra samráðingunum hjá  Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum niður í smálutir.
 
Les eisini: Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Fara at heita á Jørgen Niclasen um nýggja viðgerð
Kommunufelagið: Landsstýrismaðurin fremur álvarsligt fyrisitingarligt brot

Fíggjarmálaráðið hevur móttikið eitt skriv frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og tað skal nú viðgerast. 

Landstýrismaðurin sigur við Kringvarpið, at skrivið er drúgt og krevur drúgva viðgerð, tí talan er um nógv løgfrøðilig viðurskifti. Jørgen Niclasen hevur ikki fleiri viðmerkingar til skrivið, fyrrenn Fíggjarmálaráðið er liðugt at viðgera tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder