placeholder
Innanlands

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið: Fara at heita á Jørgen Niclasen um nýggja viðgerð

- Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum kann undir ongum umstøðum góðtaka, at  Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á hendan hátt leggur seg út í at stýra samráðingunum

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar. Hetta stendur millum annað í skrivinvum, ið er komið burturúr fundinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar. Hetta stendur millum annað í skrivinvum, ið er komið burturúr fundinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-10 07:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdust fyri viku síðani samd um nýggjan sáttmála. Tá varð hildið, at nátt var á mál, men so varð ikki. Fríggjadagin boðaði Jørgen Niclasen frá, at hann ikki kundi góðkenna sáttmálan,  vísandi til grein 5, stk. 5 í kommunustýrislógini. Bæði Starvsmannafelagið og KAF hava greitt fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálnum, at grundarlagið fyri sáttmálasamráðingunum er nógv broytt orsakað av covid19, og tí kann tað støði, sum var lagt í semjuni við Starvsmannafelagið ikki undir nøkrum umstøðum haldi fram fyri restina av fakfeløgunum. 

Les eisini: Fíggjarmálaráðið góðtekur ikki sáttmalan

Hetta er nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum als ikki samd í. Hetta gerst týðiligt í skrivið, sum felagið hevur sent út: 

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar, og hevur tryggjað limunum í Starvsmannafelagnum eitt javnt lønarlag fyri allar limir felagsins, annaðhvørt hesir starvast á sáttmálaøkinum hjá landinum ella kommununum.

Ónøgdin við arbeiðsháttin hjá fíggjarmálaráðharranum er eisini stór

- Nevndin metir avgerðina hjá landsstýrismanninum at vera greitt brót á § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini ig kann undir ongum umstøðum góðtaka, at Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á hendan hátt leggur seg út í at stýra samráðingunum hjá  Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum niður í smálutir.

Les eisini: Løgfrøðingur ivast í heimildini hjá Jørgeni Niclasen

Seinnapartin í gjár viðgjørdi nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, saman við leiðsluni í Kommunufelagnum, avgerðina hjá Jørgeni Niclasen um at
vraka sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Niðurstøðan frá fundinum varð millum annað, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer at senda Landsstýrismanninum við fíggjarmálum eina áheitan um at taka avgerðina um at vraka sáttmálan upp til nýggja viðgerð og at góðkenna sáttmálan, sum fyriliggur.

Stýrið í Kommunufelagnum tekur fult undir við avgerðini hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at fáa staðfest verandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, stendur í skrivinum, ið er undirskrivað á hendan hátt: 

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Annika Olsen, forkvinna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder