Innanlands

Skrúðgongan á Summarfestivalinum avlýst

Veðrið er ivasamt til skrúðgongu í dag, og tí byrjar Summar Festivalurin undir taki í Silvalandi seinnapartin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-08-07 13:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vanliga byrjar Summar Festivalurin við skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og niðan í Silvaland, men av tí, at veðrið er ivasamt – roknað verður við regni og nakað av vindi seinnapartin – verður skrúðgongan avlýst

Ístaðin byrjar Summar Festivalurin við, at Silvaland letur upp klokkan 15.

SKRÁIN FYRI SILVALAND Í DAG
15.00: Silvaland letur upp
15.45: Silvi bjóðar vælkomin
16.00: Bubu konsert. Aftaná heilsar Bubu uppá børnini
17.00: Dinosaururin Dia vitjar
19.00: Silvaland letur aftur

Í Silvalandi, sum heldur til í samanbygdu ítróttarhallunum í Klaksvík, vera spøl, aktivitetir, undirhald, framførslur, dansur, konsertir og mangt annað.

Øll, sum hava keypt atgongumerki til Summar Festivalin, hava ókeypis atgongd til Silvaland. Tey, ið ikki hava atgongumerki til Summar Festivalin, kunnu keypa dagsatgongumerki til Silvaland við dyrnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder