Ólavsøkudagur er, og hóast koronasmittan hevur sett ávísar avmarkingar á ólavsøkuskránna í ár, so verður officielli parturin av tjóðarhátíðini hildin sum vant.
Tað merkir, at um eina løtu fara politikarar, prestar og leiðandi embætisfólk í skrúðgongu úr tinghúsinum og oman í dómkirkjuna, har ólavsøkugudstænasta verður.
Gudstænastan verður tó øðrvísi á tann hátt, at almenningurin ikki fær atgongd til kirkjuna í dag. Marjun Kálvalíð, prestur í Vágum, heldur ólavsøkupræduka í ár, og Tórshavnar kamarkór stendur fyri sanginum í kirkjuni.
Eftir gudstænastuna fer skrúðgongan niðan aftur í tingið. Móttøkan verður ikki eins stórbær, sum hon plagar at vera. Í ár varður tað ikki eitt stórt kór, men eitt avmarkað kór, við tað at tað bert verður Havnarkórið, sum syngur á Tinghúsvøllinum, tá løgmaður kemur undan niðri í Mylnugøtu.
Løgtingið verður sett til eitt nýtt tingár klokkan 13, tá Bárður á Steig Nielsen fer at halda sína fyrstu ólavsøkurøðu sum løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald