2018-10-30 11:08
Mikukvøldið 31. oktober kl. 17.30 verður aftur skruvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fortelur eini bíbliusøgu. Síðani verður farið niður undir í Kirkjukjallaran til lasanju.
Hetta er føðingardagsvika kirkjunnar, tí sunnudagin eru 11 ár síðan Hoyvíkar kirkja varð vígd. Í tí sambandi skipar kirkjuráðið fyri ymiskum tiltøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald