2022-11-29 19:33
Í morgin, mikudagin 30. november, verða tvey tiltøk í Hoyvíkar kirkju.
Byrjað verður klokkan 17.30 við skrúvuguðstænastu. Eftir bíbilsøguna verður borðreitt við lasanju, boðar Hoyvíkar kirkja frá.
Klokkan 19.30 verður tiltakið Miðvika. Hesaferð er tað við Torleifi Johannesen, sjómanstrúboðara, ið kemur at leggja fra.
Hann hevur skrivað bókina “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Bókin er um teir 70 sjómanskvinnuringarnar, 68 í Føroyum, ein í Reykjavík og ein í Hirtshals, sum hava verið, og eru, týðandi partur av arbeiðinum hjá Føroysku sjómansmissiónini síðani 1928.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald