Innanlands

Skúlabyggingin við Streymin gongur væl

Verður væntandi innilokaður um jóltíðir

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-09-27 20:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur væl at byggja útbyggja skúlan við Streymin, sigur Sunda kommuna á heimasíðuni.

Fyrr í mánaðanum varð dekk lagt á skúlan og verður hann væntandi innilokaður um jóltíðir í ár. Skúlin og ítróttarhøllin eru mett at kostað áleið 95 milliónir og verður tað fíggjað við lántøku og yvir raksturin.

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Skúlin og ítróttarhøllin skulu eftir ætlan takast í brúk um ársskiftið 2019/2020, og tá fáa borgarar í kommununi ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.

Hetta er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder