Eftir ætlan byrja næmingarnir í fólkaskúlanum aftur í næstu viku, týsdagin 18. august. Skúlagongdin á miðnámsskúlunum og Vinnuháskúlanum byrjar eftir ætlan eisini í næstu viku.
Í løtuni er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum, skúlaleiðslunum kring landið, kommununum og Koronaráðgevingini í ferð við at fyrireika, hvussu farið verður aftur í skúla.
Tað er umráðandi, at almennu tilmælini verða fylgd, og tí verða ymiskar tillagingar gjørdar fyri at byrgja smittuspjaðing. Ítøkiliga merkja hesar tillagingar millum annað, at:
• undirvísingin verður skipað í vanligu flokkunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki,
• ongar stórar samkomur vera, so sum morgunsangur, og fríkorterini verða skipað øðrvísi enn vanligt,
• greiðar mannagongdir eru viðvíkjandi reinføri í skúlunum,
• foreldur verða biðin um ikki at koma inn í skúlan við teirra børnum,
• miðað verður móti, at koronakanningar verða gjørdar av lærarunum, áðrenn skúlagongdin byrjar.
Fylgt verður væl við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum.
Væntast skal, at møguligar tillagingar í sambandi við skúlagongd og undirvísing verða gjørdar, alt eftir, hvar koronasmittan ger um seg. Um til dømis nógv smitta ger um seg á einum ávísum stað, skal skúlin á staðnum ella ávísur flokkur hava møguleika at tillaga skúlagongdina. Hetta fyri at tryggja góða undirvísing og samstundis at forða fyri smittusjaðing.
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald