Innanlands

Skúlanæmingar bjóða til jólahugna í Vágs kirkju í morgin

Tað eru næmingar í 1. - 3. flokki, sum saman við lærarum, hava fyriskipað tiltakið, har sangur, Luciagongd og søga eru á skránni. Byrjað verður klokkan 11

Mynd: Finn Johannesen

Mynd: Finn Johannesen

2022-12-13 18:44 Author image
Innsent
placeholder

Nú kavin hevur lagt seg um oyggjarnar og jólini nærkast bjóða næmingar í Vágs skúla til hugnaløtu í Vágs kirkju.

Tað eru næmingar í 1. - 3. flokki, sum saman við lærarum, ið hava fyriskipað hetta tiltakið, sum er ætla sum alment tiltak fyri tey, sum á onkran hátt hava eina løtu at seta av til jólasang, hugna og frásøgn. 

Tiltakið er nú mikudagin 14. desembur kl. 11.00 at næmingar og lærarar bjóða inn í hugnaligu Vágs kirkju til hesa jólaligu løtuna.

[object Object]

Næmingarnir hava seinastu tíðina sungið og vant nógv til jólatiltøkini í skúlanum, eins og tey hava vitja runt í bygdini til ymisk tiltøk. Eisini hava tey sungið inn nýtt jólalag, sum júst er komið út.

Nú alt er við at koma upp á pláss og tí bjóða næmingar og lærarar til hugnaliga løtu við sangi, Luciagongd og søgu.

Tiltakið er lítlan tíma til longdar, byrjar klokkan 11, og øll eru hjartaliga vælkomin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder