Skúlapatrúljan hjá løgregluni hevur tummastokk ella mátiband við, tá tey eru úti á skúlum og barnagørðum í hesum tíðum og ansa eftir, at børnini koma trygt og væl fram um morgunin.
Hesar seinastu dagarnar eru fleiri bøtur skrivaðar til foreldur, sum ikki hava tryggja børnini nóg væl.
Tað var eisini gjørt í gjár, tá fleiri kanningar vórðu gjørdar kring alt landið. Talan er um at børn ikki eru íbundin, men eisini, at børn hava skúlataskuna á bakinum meðan tey eru íbundin – tað verður ikki mett at vera nóg trygt.
Og so eru tað eisini børn, sum eru ov smá til at sita í vanligum trygdarbelti, og tað er her, at tummastokkurin verður tikin í brúk.
Í gjár fekk ein bilførari, eitt foreldur, klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í bót, tí barnið í bilinum var ov lítið til at sita í vanligum trygdarbelti.
- Ferðslulógin sigur, at persónar, sum eru undir 135 sentimetrar skulu nýta serliga trygdarútgerð. Tað vil siga, at tey skulu sita í stóli ella á pútu, sum lyftir tey so mikið uppfrá, at trygdarbeltið ikki er í vanda fyri tey, um óhappið skuldi hent, greiðir vaktleiðarin hjá løgregluni frá, og leggur afturat.
- Tá børn ikki sita í trygdarbelti, nyttar ikki hjá bilføraranum at venda sær afturum og skelda børnini út, tí tað er ikki ábyrgdin hjá børnunum at tey sita rætt íbundin. Tað er ábyrgdin hjá bilføraranum.
- Soleiðis er eisini um eitt barn er ov lítið at sita í vanligum trygdarbelti. Tá patrúljan hjá okkum hevði staðfest, at viðkomandi barn var undi 135 sentimetrar, so er tað bilførarin, ið fær bót og verður revsaður við klippi í kortið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald