Innanlands

Skuldin verður undir eina álíkning við árslok 2024

Klaksvíkar býráð samtykti í gjárkvøldið fíggjarkarmin fyri 2024. Inntøkurnar eru mettar til 345 mió.kr

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-09-29 07:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðið samtykti í gjárkvøldið fíggjarkarmin fyri 2024. Inntøkurnar eru mettar til 345 mió.kr., raksturin er settur til 271 mió.kr., sum er 15,7 mió.kr. hægri enn avsetingin í 2023. Vøksturin er 6,1 prosent. Avlopið áðrenn rentur og avdráttur verður sostatt 73,9 mió.kr.

Býráðið samtykti einmælt í vár, kommunan skuldi binda seg til at rinda 30 mió.kr. í avdráttum og rentum árliga. Hetta merkir, at eftir rentustuðul, rentugjøld og avdráttir eru 36,9 mió.kr. eftir til íløgur í 2024.

Í 2019 var raksturin 203 mió.kr., og seinasta framrokningin fyri 2023 vísir, at raksturin verður 257 mió.kr. Hetta gevur ein miðalvøkstur seinnu árini á 6,5 prosent.

Um metingin fyri roknskaparárið 2023 heldur, har hallið er mett at verða 4 mió.kr., og fíggjarætlanin fyri 2024 javnvigar við 18,6 mió.kr. í avlopi, verður nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 21,4 mió.kr. undir eina álíkning við árslok 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder