Innanlands

Skuldsettir fyri at stjala kjøt úr matvøruhandli

Tveir útlendskir menn vórðu í gjár skuldsettir fyri at stjala kjøt fyri 700 krónur úr einum handli í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-06 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir útlendingar vórðu í gjár skuldsettir fyri stuldur úr einum matvøruhandli í Havn.

Tað var fríggjamorgunin, at boðað varð frá, at tveir menn høvdu stolið kjøt fyri umleið 700 krónur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vakmyndatól var á staðnum, so løgreglan fekk myndir av monnunum. Um kvøldið eftir landsdystin millum Føroyar og Kroatia á Tórsvølli, møtti løgreglan síðani monnunum. Teir vórðu skuldsettir og fingu eina bót á 750 krónur í part, sum teir rindaðu á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder