Innanlands

Skuldsettir fyri harðskap móti duravørði

Náttin hevur sum heild verið friðarlig, men tveir persónar vórðu handtiknir í sambandi við eitt harðskapsmál á einum dansistaði

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-06 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan havt tveir sovandi gestir á støðini.

Talan var um tveir persónar, sum vórðu handtiknir í sambandi við eitt harðskapsmál á einum dansistaði í Havn.

Har var ein ósemja við ein duravørð um eitthvørt, og teir brúktu harðskap ímóti honum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at talan tó ikki var um álvarsligan harðskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder