Innanlands

Skuldsettir fyri rúsdrekka- og rúsevniskoyring

Seks bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir í nátt

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-14 09:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Men hóast tað, hava tey gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna og steðga bilum, har illgruni hevur verið um, at bilførarin hevur verið ávirkaður av rúsdrekka ella øðrum.

Í hesum sambandi vórðu seks bilførarar tiknir.

Sambært in.fo Vóru tríggir úr høvusstaðarøkinum, tveir í Norðoyggjum, og ein á Sandi. Tríggir teirra vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring, og tríggir vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Blóðið hjá teimum skal nú kannast.

Revsingin fyri rúsdrekkakoyring verður alt eftir, hvør promillan er, og sostatt er enn ikki greitt, hvat revsingin verður. Tað kann verða bót og treytað frádøming, ella frádøming av koyrikortinum í eitt til trý ár. Men tá talan er um rúsevnir, er revsingin frádøming av koyrikortinum.

Verður ein tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum ella heilivági, sum ger, at ein ikki er førur fyri at koyra, er revsingin frádøming av koyrikortinum millum hálvt og eitt ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder