Innanlands

Skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring

Hvalir órógva ferðsluna á Kaldbaksvegnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-23 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar vóru í nátt og tíðliga í morgun skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.

Tað fyrra førið var í sambandi við eitt lítið ferðsluóhapp í rundkoyringini til Eysturoyartunnilin oman fyri Hvítanes í nátt. Ein bilur hevði rent upp á eina oyggj tá hann skuldi inn í rundkoyringina. Løgreglan fór á staðið, og fekk illgruna um, at bilførarin var drukkin.

Førarin varð tikin á løgreglustøðina og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Nú skal blóðroyndin vísa hvussu víðari verður farið fram. Ongin mansskaði hendi í sambandi við óhappið.

Um sjey tíðina í morgun varð ein bilførari støðgaður í Norðoyggjum, sum eisini er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og blóðroynd varð tikin.

Í nátt gjørdi løgreglan málrættaðar kanningar fyri rúsdrekkakoyring á Rókini úr Eysturoynni. Bilar, sum komu gjøgnum tunnilin úr Havn vórðu kannaðir, men ongin av bilførarunum varð avdúkaður fyri at hava drukkið.

Hvalir órógva

Annars var løgreglan í gjár og í nátt fleiri ferðir gjørd varug við ófantaligar parkeringar fram við Kalsbaksvegnum orsaka av bilum og ferðafólkabussum, sum støðga á fyri at hyggja eftir hvalum á fjørðinum uttan atlit til ferðsluna á vegnum.

- Fólk tveita bilin frá sær á koyribreytini – báðu megin – tá hvalir er at síggja. Enn er tíbetur onki óhepp hent orsaka av hesum, men vit mugu heita á bilførarar um at vísa varðsemi í sambandi við at tey bremsa upp ella støðga bilinum á vegastrekkinum, sigur vaktleiðarin.

Sí eisini:
Løgreglan: Hugsið um ferðslutrygdina 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder