2025-07-21 10:52

Sunnunáttina varð ein ungur maður skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni á G! Festivalinum, og í morgun boðar løgreglan frá, at enn ein persónur er skuldsettur í málinum.
Løgreglan fekk eina fráboðan um ósemju millum nakrar ungar menn, sum var nær við at enda við bardaga. Og ungur menninir vóru ónøgdir við, at løgreglan legði seg uppí.
Umframt at ein maður er skuldsettur fyri harðskap er ein maður skuldsettur fyri at forða arbeiðnum hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald