Innanlands

Skuldsettur fyri at hava hassj uppiá sær

Á G! Festivalinum hevur sum heild verið friðarligt, men í Runavík varð ein skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-19 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

G! Festivalur er í Syðrugøtu hetta vikuskiftið, men har hevur sum heild verið friðarligt seinasta samdøgrið.

Løgreglan hevur brúkt eitt sindur av tíð við at hjálpa fólkum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og eisini hava fleiri ringt til løgregluna um bilførarar, sum hava parkerað bilin ófantaligt, men einki mál er skrivað.

Í Runavík varð ein ungur maður tó skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni.

Tá bilur hansara varð steðgaður og kannaður, fann løgreglan hassj og hassjmiks. Eisini vóru nøkur ung fólk, sum vóru yngri enn 18 ár til staðar. Tey høvdu ikki rúsevni uppiá sær, men løgreglan skrivar kortini eina sosialrapport, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder