Innanlands

Skuldsettur fyri at leggja privatar upplýsingar á Facebook

Ein maður er skuldsettur fyri av órøttum at hava víðarigivið privatar upplýsingar um ein annan persón

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-29 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður er skuldsettur fyri at hava lagt eitt skriv við privatum upplýsingum um ein annan persón á Facebook.

Talan er um brot á grein 264 d í revsilógini, sum kann revsast við sekt ella upp til seks mánaðar í fongsli:

– Við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir verður tann revsaður, sum av órøttum víðarigevur boð ella myndir, ið viðvíkja persónligum viðurskiftum hjá øðrum persóni ella aðramáta vísa hann í umstøðum, sum skilliga kunnu krevjast ikki at koma fyri almenningin. Ásetingin er eisini galdandi fyri boð ella myndir, ið viðvíkja deyðum persóni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at málið varð meldað fríggjakvøldið, og er tað ikki ofta, at slíkt verður meldað til løgregluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder