Innanlands

Skuldsettur fyri at skjóta við høglbyrsu

Tað skapti eitt sindur av ótta, tá ein persónur skeyt við høglbyrsu millum hús í Suðuroynni seinnapartin í gjár, men eingin vandi var á ferð, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-22 08:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur hevur fingið bót fyri at skjóta millum hús í einari bygd í Suðuroynni.

Tað var seinnapartin í gjár, at løgreglan fekk eina fráboðan, um at onkur hevði skotið við høglbyrsu millum hús.

Eingin vandi var á ferð, tí skotið varð niður í ein bakka, men tað skapti eitt sindur av ótta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at viðkomandi var rúsdrekkaávirkaður.

Viðkomandi varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar og fær eina bót fyri tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder