
Ein persónur var í nátt skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni fyri at spýta á eitt løgreglufólk.
Persónurin varð handtikin í sambandi við eitt mál um húsaófrið.
Tað var klokkan 21 í gjárkvøldið, at løgreglan varð boðsend til ein privatan bústað, har ein persónur var ólátaður og elvdi til ófrið.
Viðkomandi var tó farin út, tá løgreglan kom á staðið, men løgreglan fann hann í býnum stutt fyri midnátt, og hann var so drukkin og ólátaður, at løgreglan gjørdi av at taka hann við á støðina at sova rúsin av sær.
Tá løgreglan var komin á støðina við honum, spýtti hann eftir einum løgreglufólki, og tí er hann skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni. Hann verður avhoyrdur í morgun og síðani leyslatin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald