Innanlands

Skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni

Hetta hendi á G! Festivalinum í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-20 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ungur maður er skuldsettur fyri at hava brúkt harðskap móti løgregluni á G! Festivalinum í nátt.

Tað var stutt fyri klokkan tvey, at løgreglan fekk eina fráboðan um ósemju millum nakrar ungar menn, sum var nær við at enda við bardaga.

Løgreglan skilti partarnar, men tað vóru teir ónøgdir við, og ein teirra er nú skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni.

Løgreglan fær ikki sagt so nógv meira um málið, sum enn verður kannað. M.a. skulu tey avhoyra vitni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder