
Í gjárkvøldið stutt fyri klokkan 20 fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í Nólsoy.
Ein maður, sum ikki var búsitandi í Nólsoy, kom til bygdina og fór inn í eini sethús, har hann framdi harðskap móti einum fólki. Tá onnur komu á staðið fyri at hjálpa, vórðu tvey onnur fólk eisini útsett fyri harðskapi, og tí er hann skuldsettur fyri harðskap móti trimum fólkum.
Fýra løgreglufólk fóru við Rescue Lív til Nólsoyar, og tá tey komu á staðið, var tamarhald á støðuni, og maðurin var friðarligur.
Maðurin varð handtikin, og hann liggur enn á løgreglustøðini. Hann var ávirkaður av rúsdrekka, og hevur løgreglan tí ikki avhoyrt hann enn. Løgreglan hevur vegleitt tey órættaðu um at lata seg kanna av lækna, og tey verða eisini avhoyrd seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald