Innanlands

Skuldu lenda í Vágum hósdagin - sleppa heim í fyrsta lagi týsdagin

SAS-seinkingar elva til trupulleikar

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-22 18:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Familja - mamma, pápi við 1 ára gomlum soni og 5 ára gamlari dóttur skuldu flúgva heim við SAS-flogfari úr Kastrup og lenda í Vágum seinasta hósdag kl. 13.35. Komið yvir flogvøllin í Vágum, vendir flogfarið aftur til Keypmannahavnar vegna ringt sýni. Fimm minuttir seinni lendir Atlantsflog uttan trupulleikar.

Soleiðis greiðir Óli Arge frá í einari Facebook dagføring. Hann spyr hvussu SAS kann sleppa við hesum.

- Vit hava sunnudag í dag, og hava tey fingið at vita, at fyrsti møguleikin fyri at koma heim er komandi týsdag. Also ein seinking uppá 5 samdøgur. Og tað kann gerast longri, um floglíkindi ikki verða fyri eitt SAS-flogfar at lenda nú týsdagin, skrivar Óli Arge.

Hann heldur, at SAS er eitt so mikið stórt felag, at tey saktans kundu umskipað nakað hjá teimum og sett eyka flogfar inn at fáa fólkini frá hósdagsflogfarinum upp til Føroya í sámuligari tíð.

- Her er helst manglandi respekt fyri føroyingum og bert kalt buisness inni.

- Pápin skuldi verðið til arbeiðis seinasta fríggjadag og nógv annað er, sum gevur teimum trupulleikar, tí tey ikki náddu heim til tíðina, skrivar Óli Arge.

Bíða framvegis eftir RNP-skipanini
Orsøkin til nógvu seinkingarnar hjá SAS seinastu tíðina er nógvi mjørkin í Vágum, og at flogfelagið ikki hevur loyvi at brúka RNP-skipanina. Ein skipan, sum Atlantic Airways brúkar, og tí lenda teirra flogfør.

Enn verður bíðað eftir at Trafikstyrelsen skal geva SAS atgongd til skipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder