Innanlands

Skúli og nýggjur musikkskúli á Glyvrum

Heimistovufjósið verður musikkskúli. Glyvra skúli verður útbygdur til at hýsa trý spor upp til 6. flokk - harafturat verður forskúli, frítíðarskúli, ítróttahøll og framleiðslukøkur

Glyvra skúli (Mynd: Google)

Glyvra skúli (Mynd: Google)

2025-07-10 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Runavíkar kommuna hevur stórar ætlanir um at byggja skúlan á Glyvrum út, so at skúlatørvurin í Runavíkar kommunu samsvarar við vaksandi fólkatalið í kommununi.

Glyvra skúli hýsir í dag forskúla og 1. til 3. flokk. Men fólkavøksturin í økinum hevur viðført, at karmarnir fyri Skúlan við Løkin og Glyvra skúla longu eru komnir at mørkum, skrivar Runavíkar kommuna.

Nú er ætlanin at byggja Glyvra skúla út soleiðis, at eisini 4.–6. flokkar kunnu húsast har, og skúlin verður víðkaður til trý spor.

Nýggi skúladepilin fer eisini at hýsa frítíðarskúla og forskúla, og hesi fara tá øll at fáa gleði og ágóða av nýggjari ítróttahøll og nýggjum musikkskúla í Heimistovufjósinum. Verkætlanin fevnir eisini um framleiðslukøk, sum bæði kann veita máltíðir til skúlar og dagstovnar. Sum siðvenja er, vera karmarnir eisini brúktir til kvøldskúla, frítíðarvirksemi og tiltøk, harvið gerst skúlin eisini fólkaogn og savningarstað.

Talan er um stóra verkætlan, sum kommunan fer undir við einum samlaðum fermetratali á 9-10.000. Arbeiðið verður framt í stigum, so skúlagongdin kann halda fram, meðan bygt verður, skrivar Runavíkar kommuna.

[object Object]Sermerkti bygningurin á Glyvrum, Heimistovufjósið, verður karmur um komandi musikkskúlan (Mynd: Google)

Fimm arkitektafyritøkur útvaldar

Runavíkar kommuna hevur nú valt út fimm arkitektafyritøkur at vera við í verkætlanarkappingini, sum nú verður gjørd um víðkan av Glyvra skúla og musikkskúla í Heimistovufjósinum.

Tilsamans 10 umsóknir komu inn til undangóðkenningina. Kommunan hevði tilskilað sær rættin at velja 3–5 umsøkjarar, og hesi 5 eru nú vald til tað, at geva síni boð uppá hvussu framtíðar mentanar- og menningardepilin á Glyvrum skal skipast: BBP, Henning Larsen, MAP, SNA og Zeta.

Øll tey 10, ið sýndu verkætlanini áhuga, vístu á dygdargóðar loysnir og royndir innan byggiverkætlanir av sama slagi. Útveljingin varð gjørd grundað á treytirnar, sum vóru lýstar í innbjóðingini til undangóðkenning – herundir førleikar, tilvísingar og kunnleika til føroysk viðurskifti, við denti á at at byggja fólkaskúla, skrivar runavik.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder