Innanlands

Skúlin eigur at spegla nærumhvørvið

Tí taka kreativu og handaligu lærugreinirnar í okkara skúla støði í tí staðbundna, sigur Tom Joensen, skúlastjóri í Eiðis skúla

- Tað hevur týdning, halda vit, at skúlin speglar tað, sum myndar bygdina og nærumhvørvið annars. Onkur uttanífrá heldur kanska, at vit eru í so afturlítandi, men fyri okkum gevur tað meining (Mynd: Skúlablaðið/næmingar í Eiðis Skúla)

- Tað hevur týdning, halda vit, at skúlin speglar tað, sum myndar bygdina og nærumhvørvið annars. Onkur uttanífrá heldur kanska, at vit eru í so afturlítandi, men fyri okkum gevur tað meining (Mynd: Skúlablaðið/næmingar í Eiðis Skúla)

2025-09-05 10:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Tá ið nýggja heimildin at umskipa fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at ymiskt kreativt, vallærugreinaskipan og tvítímar kom, høvdu tey longu lagt tímatalvuna fyri komandi skúlaárið í Eiðis skúla. Tí hava tey savnað seg um at gera tað, sum tey longu høvdu sett á skinnararnar: Royndarverkætlanin, sum skúlin fór undir fyri fýra árum síðan, heldur nevniliga fram.

Henda verkætlanin hevur í høvuðsheitum við sær, at undirvísingin í handaverki og list er umskipað munandi. Hon ber í sær, at næmingarnir í ávikavist samanlagda fimta og sætta og so sjeynda flokki sleppa at velja seg inn á nøkur evni. Lærugreinin handaverk og list hevur fingið nýtt navn; hjá fimta og sætta flokki eitur hon gagnlist og sjóvinna og hjá sjeynda smíð, bygdamentan og handaligt; handaligt fatar um nógv ymiskt, eitt nú tað, vit vanliga seta í samband við handarbeiði, leirlist, glaslist og annað.

- Næmingarnir í ymsu flokkunum kunnu velja millum ymisk evni. Vit halda, at undirvísingin í kreativu og handaligu lærugreinunum er fjølbroyttari og meira áhugaverd, eftir at vit hava umskipað tær. Tær raka fleiri næmingar. Royndirnar av royndarverkætlanini eru í øllum førum sera góðar, og næmingarnir hava verið ógviliga hugaligir.

Ein megintáttur í royndarverkætlanini var at taka støði í mentanini á staðnum, tí staðbundna og gagnnýta hana.

- Tað hevur týdning, halda vit, at skúlin speglar tað, sum myndar bygdina og nærumhvørvið annars. Onkur uttanífrá heldur kanska, at vit eru í so afturlítandi, men fyri okkum gevur tað meining, at kreativu og handaligu lærugreinirnar taka støði í tí staðbundna, sum summir næmingar kenna væl, og summir minni væl.

Nýggja heimildin letur upp fyri at økja tímatalið í kreativu og handaligu lærugreinunum. Tað hevur skúlin ikki valt at gera; ístaðin fyri hava tey sett fleiri lærarar inn í hesa undirvísingina.

- Vit gera sjálvandi tillagingar so hvørt, alt eftir hvørjar lærarar vit hava til taks, og hvussu flokkarnir eru samansettir, men í høvuðsheitum halda vit fram við verkætlanini. Næmingunum dámar hetta so mikið væl, somuleiðis lærararnir, næmingaforeldrini og skúlastýrið, at tað er óhugsandi at fara aftur til tað, sum var áðrenn, í øllum førum so leingi vit hava lærarar, sum vit hava, og vit eru so heppin at hava lítla útskifting.

Tom Joensen roknar við, at tey til komandi skúlaár fara at hyggja nærri at møguleikunum, sum liggja í nýggju heimildini at umskipa tímar.

- Gevur tað meining at broyta og tillaga ymiskt, so gera vit tað. Tá ið tað kreativa og handaliga verður raðfest hægri, hevur tað altíð týdning at seta inn við fleiri lærarum, tí slíkar lærugreinir krevja nógv, serliga í eldru flokkunum, og tað hava vit gjørt, nú vit fingu hesa heimildina. Í teimum yngru flokkunum er tað ofta flokslærarin, sum undirvísir í handaligu lærugreinunum; tað gevur honum møguleikan at vera saman við næmingunum á annan hátt samanborið við, um hann bara undirvísir í bókligum lærugreinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder