Innanlands

Skúlin við Streymin skjótt tikin í brúk

Vígslan av nýggja skúlanum verður hósdagin 15. oktober – Fyrsta høvið hjá almenninginum at síggja skúlan verður sunnudagin 18. oktober

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-10-06 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í heystferiuni lata vit dyrnar upp í okkara nýggja, stásiliga skúla og ítróttahøll. Vit vóna, at ung sum eldri koma ein túr at hyggja eftir skúlanum og fáa sær ein betri bita, sigur ein fegin Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Sunnudagin 18. oktober frá kl. 14.00 verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at síggja Skúlan og Ítróttahøllina við Streymin. Tey, ið hava áhuga, kunnu melda seg til eina rundvísing á skúlanum. Meira um hetta fæst á vita á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember í 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, sum nú rúmar øllum næmingum frá 1. – 10 flokki er bygdur saman við verandi skúla.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Tað verður Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum hósdagin 15. oktober klokkan 15 vígir Skúlan við Streymin.

Orsakað av koronatilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Vígslan verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder