Innanlands

Skulu brúka orkuna til sjúk fólk

Sjúkrahúsverkið hevur borið seg undan at kanna ferðafólk fyri korona. Stjórin sigur, at tey vilja brúka sína avmarkaðu orku uppá sjúk fólk, og ikki at kanna frísk fólk í stórum mongdum

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-06-23 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Avmarkaða orkan hjá føroyska sjúkrahúsverkinum skal brúkast til sjúklingar. Tað eru boðini, sum Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, hevur givið landsstýrinum boð um, nú øll ferðafólk skulu kannast fyri korona.

- Tað, vit hava boðað politiska myndugleikanum frá er, at sjúrkahúsverkið eigur at brúka sína avmarlaða orku at kanna og viðgera sjúk fólk heldur enn at massakanna ella “screena” frísk fólk, segði Steinar Eirikstoft við útvarpið í kvøld.

- Vit hava avmarkað tilfeingi, longu sum er, at kanna tey sjúku fólkini, sum hava alt annað enn við covid-19 at gera, so tá tað kemur ein uppgáva omaná um koronakanningar av ferðafólkini, so verður tilfeingið flutt frá sjúkum til frísk, segði hann.

Hann greiddi frá, at tær 12.000 kanningarnar sum longu eru gjørdar. Av teimum eru 187 positivar kanningar, og sjey hava verið so mikið sjúk, at tey hava verið innløgd. Ein øgilig orska er brúkt til frísk fólk, og tað gongur út yvir onnur, sigur sjúkrahúsverkstjórin.

Fýra milliónir krónur eru játtaðar í løgtinginum til koronakanningar við portrini inn til landið, sum tvær privatar fyritøkur skulu gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder