Innanlands

Skulu byggja 34 íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu

Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, ímeðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið

Avtala er í dag undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, ið skal byggja íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu (Mynd: eysturkommuna.fo)

Avtala er í dag undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø, ið skal byggja íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu (Mynd: eysturkommuna.fo)

2024-05-07 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avtala er í dag undirskrivað millum Eysturkommunu og P/F Eyðabø. Felagið skal byggja íbúðir upp at eldrasambýlinum í Norðragøtu.

Hetta hevur verið nakað, ið hevur verið á veg í eina tíð - og eisini verið tiltrongt

Íbúðirnar verða 34 í tali. Í fyrstu atløgu verða 26 íbúðir bygdar, ímeðan lendið til tær írestandi íbúðirnar verður gjørt byggibúgvið, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

- Avtala er eisini gjørd um samstarv um nakrar av íbúðunum, ið Eysturkommuna og Eldratænastan Nánd koma at gera brúk av. Hetta er eisini í tráð við tilmæli hjá búskaparráðnum, um at skapa møguleikar hjá eldri borgarum at flyta úr sínum bústaði og í eina meira eldravinarliga íbúð.

Hesar íbúðirnar koma allar at liggja upp at eldrasambýlinum, og tí verður eisini arbeitt við at útbyggja eitt tilboð til teir borgarar, ið koma at búgva her og hava tørv á heimarøkt frá Nánd.

Bústaðir var upprunaliga í verkætlanini men tók seg úr. Varðin hevur arbeitt víðari við verkætlanini, og nú kundi kommunan gera sáttmála við P/F Eyðabø.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder