Innanlands

Skulu eisini gjalda fyri koronukanning við komu komandi mánaðirnar

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur samtykt, at ferðandi framhaldandi skulu gjalda 312 krónur, og at hetta skal verða galdandi fram til 1. september

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-03-12 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fíggjarmálaráðið hevur ynski um leingja kravið um gjald fyri koronukanning við komu til Føroyar til 1. januar 2022, men Fíggjarnevndin vil, at kravið um tær 312 krónurnar bara skal vera galdandi til 1. september.

Hetta skrivar Kringvarpið.

Í Fíggjarnevnd løgtingsins er semja um, at øll skulu gjalda komandi mánaðirnar. 

Verandi lóg um júst hetta fer úr gildi, tá hesin mánaðin er av, men nú er greitt, at hon verður longd í nakrar mánaðir. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder