2021-09-18 13:51

Seinastu kanningarnar vísa, at tað framvegis eru bakteriur í drekkivatninum á Argjum og einum minni parti av vesturbýnum, og tí standa kókitilmælini við.
Tað upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Kókitilmælini standa við, til nærri boð verða givin. Nýggjar royndir verða tiknar mánadagin.
Kort yvir, hvar drekkivatnið er dálkað, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald