Ein av føroysku prestunum, sum hevur verið í sínum starvi í langa tíð, er Símun Persson Jacobsen.
Presturin hevur virkað í Sjóvar Kirkju í nógv ár. Ein part av tíðini hevur hann eisini verið formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini.
Í gjár skrivaði Fólkakirkjan á heimasíðu sínari, at vegna lestrarfarloyvi verður søkt eftir avloysara til tænastuna sum prestur í Sjóvar prestagjaldi.
Talan er um tíðarskeiðið 10. januar – 10. mai 2024. Tá verður Símun P. Jacobsen fyribils ikki í starvinum, sum hevur tær fýra kirkjusóknirnar: Selatraðar, Sjóvar, Skála og Oyndarfjarðar kirkjusókn.
Um umsøkjaran skrivar folkakirkjan.fo, at viðkomandi skal hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
- Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda saman við umsóknini váttan frá pastoralseminarium. Harafturat mega kandidatar, ið ikki er prestvígdir, hava lokið biskupspróvtøkuna innan 10. januar 2024.
Umsóknarfreistin er mikudagin 3. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald