Amerikanarar savna seg um at fáa beinleiðis samskifti millum Russland og evropeiskar samstarvsfelagar í mun til framtíðar samráðingar um kríggið í Ukraina.
Tað sigur serliga amerikanska sendifólkið Jared Kushner á X.
– Vit savna okkum nú um at fáa beinleiðis samskifti millum Moskva og evropeiskar samstarvsfelagar og at fyrireika dagsskránna til næsta umfar av trípartafundum, skrivar hann.
Kushner hevur saman við hinum serliga sendifólkinum hjá USA, Steve Witkoff verið á trípartafundum við Ukraina og Russland í Abu Dhabi, umframt at teir hava havt fund við russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
– Fleiri nýggj hugskot eru komin fram undir hesum samrøðunum, og tey verða nú kannað, skrivar Kushner sambært Ritzau.
Les eisini: Nato-limaskap afturfyri Donbas?
Hann leggur afturat, at hann framvegis hevur tætt samskifti við Russland, Ukraina og evropeiskar samstarvsfelagar hjá USA.
Les eisini: Nú er greitt, hvørji lond skulu umboða Evropa í samráðingum um Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald