Innanlands

Skulu hava sjey kommunulæknar afturat

Talan er um fimm ymisk læknadømi - bæði í Suðuroy og á Skálafjørðinum eru tvey størv leys at søkja

2021-09-17 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At tað er torført at fáa sett øll kommunulæknastørvini í Føroyum er ikki nøkur loyna. Fyrr í ár vórðu seks størv lýst leys, men einki varð sett. 

Í vikuni lýsti Heilsutrygd við sjey kommunulæknastørvum í fimm ymsum læknadømum.

Talan er um tvey í Suðuroyar læknadømi - eitt á Tvøroyri og eitt í Vági - tvey í Skálafjarðar læknadømi - eitt í Runavík og eitt á Strondum, eitt í Klaksvík, eitt í Kollafirði og eitt í Hoyvík 

Umsóknarfreistin er um tíggju dagar, 27. september. Til ber at lesa meira um størvini og um læknadømini á heimasíðuni hjá heilsutrygd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder