Í gjár hittust amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken og kinesiski uttanríkismálaráðharrin Qin Gang í Beijing.
Á fundinum høvdu partarnir eitt opið og uppbyggjandi samskifti, og samdust teir m.a. um, at tað skuldi vera lættari hjá borgarum teirra at ferðast millum londini, og at tey tí skuldu økja um flogferðsluna millum Kina og USA.
Eisini staðfesti Qin Gang, at Taivan er kjarnin í áhugamálunum hjá Kina, og tað mest týðandi evnið og størsti vandin í viðurskiftunum millum Kina og USA.
Hetta var fyrstu ferð í fimm ár, at ein amerikanskur uttanríkismálaráðharri vitjaði í Kina, og gjørdu teir báðir ráðharrarnir eisini avtalu um at hittast aftur. Eftir ætlan skal Qin Gang vitja Blinken í Washington, men einki tíðspunkt er ásett enn, skrivar Reuters.
Væntandi fer fundurin millum Antony Blinken og Qin Gang at slóða fyri, at fíggjar- og handilsmálaráðharrar hjá USA eisini fara at vitja í Kina ein av komandi mánaðunum, og at tað í síðsta enda fer at bera til at skipa fyri fundi millum Joe Biden og Xi Jinping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald