
- Tað er rætt, at fleiri íverksetarar og smærri vinnurekandi hava havt tað trupult seinasta árið, men nú lýsnar av álvara. Eftir ætlan verða føroyingar liðugt koppsettir longu í juni í ár og kann samfelagið tá í stóran mun lata uppaftur. Tað er besti hjálparpakkin, hesar fyritøkur kunnu fáa.
Hetta er svarið frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, til Aksel V. Johannesen, tingmann, sum í grein 52a fyrispurningi spurdi um hjálparpakkar til íverksetarar og smærri vinnurekandi.
Men fyritøkurnar skulu ikki rokna við nøkrum frá landinum. Hinvegin væntar landsstýrismaðurin, at fyritøkur fáa neyðugu hjálpina frá peningastovnunum.
- Tær fyritøkur, sum væntast at fáa ein lønandi rakstur, tá samfelagið aftur verður rikið sum vanligt, fáa óivað ta neyðugu hjálpina frá peningastovnunum hesar næstu fáu mánaðirnar, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.
- Broytist støðan aftur til tað verra, og tað ímóti øllum væntanum ikki ber til at lata uppaftur sum ætlað, kann sjálvandi gerast neyðugt við almennum tiltøkum, sum tað bleiv gjørt við t.d. hjálparpakkunum.
Helgi Abrahamsen sigur, at nógvar 129 umsóknir vóru at fáa stuðul úr hjálparpakka 2.
- Av teimum vórðu 6 umsóknir sýttar, tí grundleggjandi treytir ikki vóru loknar. 26 fyritøkur skuldu gjalda allan stuðulin aftur, antin tí tær ikki lótu endaliga uppgerð inn, ella tí at niðurgongdin í umsetningi var minni enn 40%. TAKS gjørdi regulering í útreiðslunum hjá 26 fyritøkum, tí mett varð ikki, at talan var um fastar útreiðslur, og tískil skuldi fyritøkan rinda part av stuðlinum aftur.
- Harumframt vóru aðrar 30 fyritøkur, har talan var um automatiska regulering í samband við uppgerð. Hetta var antin tí tey bert skuldu hava endurgoldið 50% og ikki 75%, sum væntað varð í umsóknini, ella tí onkur útreiðslupostur bleiv minni enn væntað. 30 fyritøkur fingu hægri stuðul, eftir at uppgerðin varð latin inn, enn væntað varð í umsóknini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald