Innanlands

Skulu lata fleiri dyr upp fyri lesandi og granskarum í Føroyum

Politiskt verður nú raðfest, at Føroyar arbeiða fyri at gerast partur av Erasmus+. Hetta útbúgvingarsamstarvi kann millum annað gera, at Fróðskaparsetrið ikki stendur uttanfyri í ymiskum samstørvum

Landsstýrismaðurin í Útbúgvingarmálum fer, umframt at senda umsókn, eisini at skipa eina Erasmus+-tjóðarskrivstovu, sum skal halda til í Undirvísingarstýrinum

Landsstýrismaðurin í Útbúgvingarmálum fer, umframt at senda umsókn, eisini at skipa eina Erasmus+-tjóðarskrivstovu, sum skal halda til í Undirvísingarstýrinum

2024-10-01 21:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsstýrismaðurin fer at senda formliga fráboðan til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja hava atlimaskap í útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroyar er sera nøgdur við, at hetta neyðuga stigið nú verður tikið.

Hetta skrivar setur.fo í dag. Landsstýrismaðurin fer eisini at skipa eina Erasmus+-tjóðarskrivstovu, sum skal halda til í Undirvísingarstýrinum

- Erasmus+ er europeiska útbúgvingarskráin, sum hevur til endamáls at fremja samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í ES-londunum og øðrum londum í samstarvinum, og mangir ágóðar fylgja við. M.a. fáa lesandi stuðul til skiftislestur hvør hjá øðrum, og granskarar hava somuleiðis stórar fyrimunir - eisini fíggjarligar - av samstarvinum í Erasmus+.

Tað er nakað sum Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya er sera fegin um.

- Ja, eg fegnist um, at stig fram móti Eramus+ nú av álvara verða tikin. Hetta fær stóran týdning fyri bæði lesandi og granskarar í Føroyum, og vit kunnu eisini fáa stórt fíggjarligt gagn av samstarvinum. Við størri fíggjarligari megi til til dømis skiftislestur uttanlands, kann Setrið eisini í størri mun enn nú nøkta útlongsilin, sum í løtuni dregur so mong ung av landinum at lesa, sigur rektarin. 

Vantandi limaskapur er eisini ein forðing á ymiskum økjum.  

Til ber at lesa tíðindaskrivi hjá Barna-og Útbúgvingarmálaráðið um Erasmus+ HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder