Innanlands

Skulu skrúva niður fyri PCR-kanningunum

Tær hava kostað Sjúkrahúsverkinum, og harvið Landskassanum, nógvar milliónir í ár. Frá 1. februar skulu bert tey, ið hava sjúkueyðkenni ella hava fingið positiva skundkanning PCR-kannast í Føroyum. Í februar verður sóttarhaldi so líðani avtikið

Hóast yvir 3.700 eru smittað við koronu, so er einki trýst á Sjúkrahúsverkinum. Eini 70 fólk eru smittað/í sóttarhald, men eingin er innlagdur orsakað av koronu (Mynd: Sverri Egholm)

Hóast yvir 3.700 eru smittað við koronu, so er einki trýst á Sjúkrahúsverkinum. Eini 70 fólk eru smittað/í sóttarhald, men eingin er innlagdur orsakað av koronu (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-21 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nú eingin, ið er innlagdur orsakað av koronu í Føroyum. Eftir kanningarnar mikudagin var greitt, at í hvussu er 3.716 eru smittað í løtuni, men bert ein var innlagdur, tí at viðkomandi hevði smittuna.

Á tíðindafundinum í dag boðaði løgmaður tó frá, at eingin er innlagdur í løtuni, og varastjórin í Sjúkrahúsverkinum, Tummas í Garði, staðfesti, at hóast ógvuliga hø smittutøl seinastu vikurnar, so er ikki týst á; hóast at eini 70 fólk, sum starvast í verkinum eru í sóttarhaldi. Innanhýsis leiðreglur eru fyri sóttarhald, so tað eru ikki heilar vikur, ið fólk eru burtur vegna koronu.

Tað er júst trýstið á Sjúkrahúsverkið, ið er lykilin - ikki talið av smittaðum - tá hugt verður eftir, um tilmæli skulu strammast ella linkast. Nú, beint yvir seks vikur eftir at Omikron kom til landið, er greitt, at talan ikki er um eitt frábrigdi, ið ger at fólk gerast serliga sjúk. Og nú tá man veit hetta ber til at gera eina langtíðarætlan, staðfesti løgmaður.

Ymiskt bendir á, at hetta var seinasti veruliga koronutíðindafundurin, tí eitt stig verður tikið 1. februar fyri at linka tilmælini, eitt afturat 15. februar, og - um alt gongst eftir ætlan - tað endaliga 28. februar, tá øll tilmæli verða avtikin.

Les eisini: Allar avmarkingar skulu úr gildi

Eitt tilmæli er partvíst linkað frá í dag av: At yvir 100 fólk kunnu savnast til størri tiltøk, tá høli og umstøður loyva tí -  Hetta er fyri at kirkju- og samkomulív, mentanarlív og ítróttarlív lættari kunnu hava tiltøk í størri hølum. Náttarlívið skal tó helst ikki byrja aftur fyrrenn um ellivu dagar.

Frá 1. februar - tá smittan vónandi hevur rakt toppin - er hetta galdandi: 

- Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vanligt
- Ein skal ikki í sóttarhald, hóast samband hevur verið í tøttum sambandi við ein persón, sum er smittaður - um ein hevur í minsta lagi tvær koppsetingar (Hettta fyri at tryggja at halda samfelagshjólini í gongd, og o at frísk fólk ikki sita í sóttarhaldi
- Bert fólk við sjúkueyðkennum, húski hjá positivum, og tey sum hava positiva skundkanning skullu nýta PCR kanning sum amboð
(Løgmaður: PCR-kanningarnar hava verið ein av bestu amboðum okkara, men nú er tíðin búgvin at fara frá at gera tær í hópatali)

Les eisini: 
Duga ikki at síggja tað skilagóða í at náttarlívið skal vera skert framyvir
Løgmaður til skeinkistøðini: Gev tol - men vit fara ikki at revsa tykkum
Hava tveitt 10 milliónir krónur eftir PCR-kanningum higartil í 2022

Frá 15. februar:

- Bert tey sum hava positiva skund- ella PCR-kanning fara í sóttarhald. Tey, sum eru nær við tann smittaða, skulu framhaldandi vera varin 


Frá 28. februar: 

- Allar koronaavmarkingar verða settar úr gildi.
Hetta er treytað av, at sjúkrahúsverkið ikki er undir trýsti og at aðrir týdningarmiklir stovnar í samfelagnum hava eitt vanligt virksemi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder