Innanlands

Skulu steingja á midnátt á ólavsøku

Mat- og skeinkistøð skulu steingja á midnátt á ólavsøku, ljóðar í boðum frá Tórshavnar kommunu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-13 21:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður einki náttarlív á ólavsøku. Í øllum førum vera tað ikki matstøð og skeinkistøð, sum skapa lívið eftir midnátt hesaferð.

Eigarar av mat- og skeinkistøðum hava í skrivi fingið kunning um, at tey ikki sleppa at hava opið longur enn til á midnátt á ólavsøku í ár. Tað skrivar tíðindasíðan in.fo, sum hevur fingið hendur á kunningarsktivinum.

Tórshavnar kommuna hevur áður boðað frá, at grannaløg kunnu søkja um stuðul, og leggur upp tul at fólk halda ólavsøku við hús, og ikki ganga oman og niðan sum vanligt er.

- Ólavsøkan fellir á ein týsdag og mikudag. Tað vil siga, at galdandi upplatingartíðirnar sambært Løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi er til kl. 24.00. Koronaráðgevingin mælir staðiliga til, at hildið verður fast við, at afturlatingartíðin á ólavsøku er kl. 24.00, stendur í boðunum, sum in.fo hevur í fullum líki á heimasíðuni.

- Tórshavnar kommuna fylgir sjálvandi ráðunum frá heilsufakliga serkunnleikanum, og tí verður hervið sagt frá, at galdandi afturlatingartíðir á ólavsøku eru kl. 24.00, eru boðini frá kommununi.

Les eisini: Øðrvísi ólavsøka, men so vanlig sum tilber

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder