Mentan

Slættanesstevna verður leygardagin

Leygardagin 7. juni skipar Slættanesfelagið fyri stevnu á Slættanesi

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/jn.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/jn.fo)

2025-06-03 16:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er møguleikin at vitja avtoftaðu bygdina Slættanes á Vágoynni. Leygardagin 7. juni skipar Slættanesfelagið fyri stevnu á Slættanesi.

Sjóferðir siglir av Vestmanna kl. 13:30 og kl. 14:00. Stevnan byrjar kl. 15:00.

Á stevnuni verða røður, felagssangur og tónleikur á skránni. Eisini verður ein gongutúrur gjørdur.

Ása Wenningstedt, sum er uppvaksin á Slættanesi, fer at greiða frá barnaárunum á Slættanesi.

Jóhan Jacob Jakobsen fer at greiða frá um ymiskt, sum pápi hansara hevur fortalt honum um Slættanes og um vitan á Slættanesi

Bryndis í Dali, leiðari fyri Visit Vágar, fer at fortelja um “Closed for maintenance” tiltakið, har Slættanes var eitt av teimum útvaldu økjunum í 2024.

Ólavur Højgaard úr Vestmonnum og Holger Jacobsen fara at framføra nakrar sangir.

Eftir tað verður vitjað í skúlanum, og gingið verður runt í bygdini og út á fýrin.

Báturin fer av aftur Slættanesi kl. 18.30 og kl 19.

Til ber at keypa atgongurmerki til bæði bát og stevnu á atgongumerki.fo

Sunnudagin verður gudstænasta í skúlanum kl. 11:00 við Marjuni Kálvalíð, presti, fyri tey, ið eftir eru á Slættanesi.

Slættanesfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder