Uttanlands

Slaka fyri koronatiltøkum í øllum Evropa

Flestu londini í Evropa gera seg nú til at lata uppaftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-27 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flestu lond í Evropa fyrireika seg nú til at lata uppaftur og taka av tiltøkini fyri at verja koronasmittuna – eisini hóast smittuspjaðingin hevur verið so stór sum ongantíð fyrr.

Í Noregi fer stjórnin í komandi viku at boða frá, hvussu landið skal lata uppaftur. Tað upplýsir Ingvild Kjerkol fyri NRK.

NRK hevur eisini gjørt eina uppgerð yvir, hvussu onnur lond í Evropa so spakuliga fara at lata uppaftur:

Í mun til Danmark, so bíðar Svøríki í nakrar vikur við at sleppa koronatiltøkunum, tí har er talið av koronasjúklingum framvegis vaksandi.

- Vit leingja tiltøkini í tvær vikur, og so er ætlanin at lata spakuliga uppaftur, upplýsir svenska heilsumálaráðkvinnan, Lena Hallengren.

Hóast talið av teimum, ið verða smittað av omikron í Evropa, enn er høgt, so lata flestu lond nú uppaftur.

Bretland hevur longu slept teimum flestu avmarkingunum. Stjórnin setir ikki longur krav um at arbeitt verður heimanífrá. Tað avgera fyritøkurnar sjálvar. Har er heldur ikki krav um koronapass til stór tiltøk, eitt nú fótbóltsdystir.

Og munnbind er ikki longur kravt á almennum støðum, men kunnu vera tað í ávísum støðum. Í London er framvegis krav um munnbind í tokum og bussum.

Í Niðurlondum hava matstovur, barrir og leikhús verið stongd síðan miðjan desember. Hetta verður slept mikudagin, men tey sleppa bert at hava opið til klokkan 22 og talið av gestum verður avmarkað.

Í Týsklandi er krav um koronapass til almenn tiltøk. Koronareglurnar kunnu vera ymiskar frá landsparti til landspart.

Í Fraklandi er framvegis krav um koronapass á fleiri støðum. Munnbind er krav á almennum støðum, har ikki er møguligt at halda fjarstøðu. Hetta er eisini galdandi á ávísum støðum uttandura. Ikki er loyvt at halda konsertir uttan at áhoyrararnir kunnu sita. Avmarkingin er 2.000 innandura og 5.000 uttandura.

Í Eysturríki lættir trýstið á sjúkrahúsini nú, og tí verða strongu reglurnar nú sleptar. Síðan november hava fólk, ið ikki eru koppsett, sitið heima í frítíðini. Tey sleppa aftur at ferðast uttan stórvegis avmarkingar.

Hinvegin verður nú sett krav um koppseting frá 4. februar. Fólk, ið ikki vilja lata seg koppseta fáa bót. Mat- og kaffistovur skulu steingja klokkan 22, men barrir og ‘afterski’-støð sleppa enn ikki at hava opið.

FFP2-munnbind er krav á almennum støðum, har tað ikki er møguligt at halda 2 metra fjarstøðu – hetta er eisini galdandi uttandura.

Í Italia verður koronapass kravt á fleiri almennum støðum. Bert koronapass, sum vísa at fólk eru liðugt koppsett verða góðtikin. Negativ test er sostatt ikki nóg mikið. Hetta er galdandi á eitt nú gistingarhúsum, matstovum, skeinkistøðum og uttandura tiltøkum.

Yvirlit yvir koronakrøvini í Evropa   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder