Mentan

Slaktið verður í Tórsgøtu leygardagin

Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir

2018-09-12 19:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og seinastu tvey árini verður Slaktið hildið í Tórsgøtu komandi leygardagin, 15. september. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum hvussu matur verður fingin til vega.

Føroyskir kokkar fara at grilla lambskjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar mat- og landbúnaðarvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum. Matsmiðjan hjá Ruben fer at selja vælumtókta ræstkjøtaburgaran, Faroesheep selur føroysk seyðaskinn, ponyríðing verður í Vágsbotni og ein fyrilestur við Helga í Brekkunum um bókina ‘Seyður í søgu og veðri’ verður hildin, umframt ymiskt annað. 

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

- Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd, og tað allarmesta á tiltakinum er ókeypis, sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.

Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 15. september, og steðgar umleið kl. 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder