placeholder
Mentan

Slatur um komandi iPhones: Nýggjar litir og størri skermar

Væntandi koma tríggjar nýggjar iPhones í heyst - og eisini ein spildurnýggj funka, ein sokallaður "splitskermur"

Væntandi fara tær komandi iPhone'irnar at líkjast iPhone X, sum kom út í fjør

Væntandi fara tær komandi iPhone'irnar at líkjast iPhone X, sum kom út í fjør

2018-08-28 14:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tær nýggju iPhone'irnar verða væntandi vístar fram í september, og sum vanligt er, gongur nógvur slatur um nýggju snildfonirnar frá Apple. Sum skilst fara tær væntandi at líkjast iPhone X, sum kom út í fjør, men fara at hava størri skermar og nýggjar litir. Eisini kann vera talan um eina heilt nýggja funku, skrivar Bloomberg.

Bloomberg hevur tosað við fleiri ónavngivnar keldur, sum kenna vøruna, og tað fyrsta sum verður nevnt, er, at stílurin á teimum trimum iPhone'unum, sum koma út, verður tann sami sum á iPhone X. Prísirnir verður ymiskur á snildfonunum, og tær koma út í ymsum støddum. 

Bloomberg skrivar, at tað serliga eru funkurnar innan, sum verða tað nýggja elementið í nýggju iPhone'unum. 

Tann mest ekslusiva telefonin av teimum trimum fer at vera 16,5 sentimetrar diagonalt, sum ger hana til ta størstu iPhone'ina higartil. Hon fer at líkjast iPhone X nógv við rusfríum stálkantum, OLED-skermi, glasbaki og dupultum kamera aftan, sigur Bloomberg.

Størsti munurin verður tó ein nýggj funka: ein sokallaður splitskermur, har tað verður møguligt at hava tvær appir opnaðar í senn - síð um síð. T.d. Mail og Kalendara appirnar.

Bíligara nýggja iPhone'in, sum skal yvirtaka plássið hjá iPhone 8, fer eisini at líkjast iPhone X, men fer at hava ein bíligari LCD skerm og vera 15,4 sentimetrar lang diagonalt. Hon fer væntandi at koma í fleiri ymsum litum og fer at hava aluminiumskantar í staðin fyri rustfríar stálkantar, sum iPhone X hevur.

Bloomberg sigur eisini, at allar snildfonirnar fara at hava andlitsafturkenning.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder