Vørn: Leygardagin bleiv Brimil biðin um at sleipa bingjuskipið Franciscu, sum hevði fingið maskintrupulleikar. Francisca var tá góðar 170 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.
Brimil var hjá Franciscu um miðnáttina leygarkvøldið, settu fast og byrjaðu at sleipa móti Runavík, men hetta bleiv broytt til Kollafjørð seinni tí veðurvánirnar vóru so ringar.
Avgjørt var at fara suður um Suðuroynna og norð við landinum eystanfyri. Veðurvánirnar vóru ikki tær bestu, so avgerð var tikin um at biða um hjálp frá sleipibátunum Pressaranum og Mariu, sum fylgdu við Brimli, tá komið var inn um Stongina.
Tá skipini komu inn Undirsíðu á Streymoynni fór loðsur umborð og Maria setti fast á reyvina á Franciscu. Veðrið var ikki av tí besta tá og í Kollafirði lógu hvirlurnar um 30 m/s. Men við samarbeiði og hjálp frá sleipubátunum báðum, Pressaranum og Mariu, og loðsi frá Tórshavnarhavn kom Francisca trygt til bryggju kl. 23.20 mánakvøldið.
Francisca er 100 metrar langt, og 17 metra breið, var ávegis til Íslands lastað við bingjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald