
Síðan í summar hava tey, sum í tíðarskeiðnum november 2014 til desember 2023 rindaðu fyri heilsutrygd í Føroyum og í øðrum norðurlandi sama ár, kunnað søkt TAKS um at fáa føroyska heilsutrygdargjaldið endurrindað, og higartil hava 30 borgarar fingið afturrindað heilsutrygdargjaldið.
TAKS skrivar í tíðindaksrivi, at 32 umsóknir eru avgreiddar, og av teimum eru 30 játtaðar. Hesir 30 umsøkjarar hava tilsamans fingið afturrindað 853.000 krónur.
170 umsóknir eru innkomnar higartil, og sambært metingum hjá TAKS áttu umsóknirnar at verið fleiri í tali. TAKS heitir tí á tey, sum lúka treytirnar, um at senda inn umsókn sína.
Umsóknarfreistin er 31. desember 2025. Søkt verður á Borgaraglugganum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald