2024-05-16 18:37
Í kjalarvørrinum á álopið á Robert Fico, forsætisráðharra í Slovakia, verður trygdin í landinum herd.
Hetta verður m.a. galdandi í økjum, har tjóðartingið, útbúgvingarstovnar og miðlar halda til, upplýsir slovakiska løgreglan.
– Vit hava økt eftirlit við fólki og støðum, sum kunnu verða hótt. Vit syrgja fyri eftirlit nærindis sjónvarpsstøðir og ymisk dagbløð. Vit syrgja fyri trygdini hjá øllum tjóðartingslimunum, og tað gera vit í stórtsæð øllum Slovakia í øllum landspørtum, verður sagt sambært DR.
Les eisini: Robert Fico við at koma fyri seg aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald