Langar bíðirøðir vóru á landsvegnum við Hvalvík seint seinnapartin. Orsøkin var eitt ferðsluóhapp sum hendi stutt eftir klokkan fimm.
Fimm bilar vóru í óhappinum, sum hendi tá ein bilur skuldi snara oman á havnarlagið í Hvalvík. Tveir bilar stóðu aftanfyri bilin, sum skuldi oman, men bíðaði eftir mótkoyrandi ferðslu.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir fyri VP, at ein lastbilur rendi á aftasta bilin, og nakrir av bilinum vórðu trýstir yvir í hina vegbreytina og rendu frontalt saman við mótkoyrandi ferðslu.
VP skrivar, at fimm fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men eingin av teimum sær út til at vera komin álvarsliga til skaða av hendingini.
Tilsamans fimm bilar og átta fólk vóru í óhappinum.
Vegurin var stongdur í umleið hálvanannan tíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald